Tele-samskifti
Nú er Føroya Tele í ferð við at leggja síðstu gond á fyrireikingarnar
til at leggja ein nýggjan tele-samskiftis kaðal ímillum Føroyar og
Skotland.
Páll Vesturbú, stjóri í FT-NET, sum er eitt dóttirfelag hjá Føroya Tele, sigur, at
fyrireikingarnar eru komnar so mikið væl áleiðis, at í næsta mánað er
ætlanin at bjóða arbeiðið út at kanna botnin ímillum Føroyar og
Hetland fyri at fáa greiði á, hvar tað er best at leggja kaðalin.
- Ætlanin er so at gera tær kanningarnar í ár og at fáa úrslitið kannað. Næsta
summar er so ætlanin at leggja sjálvan kaðalin, sum kemur at liggja úr
Havn og kemur á land í Hetlandi og haðani fer hann so víðari til
Skotlands.
Trygd hjá Føroyum og møguleiki hjá Hetlandi
Hetta er ikki bara ein kaðal, sum gevur føroyingum eitt betri og
tryggari telesamband við umheimin.
Men keypa hetlendingar seg inn á kaðalin eisini, fer tað at geva teimum
møguleikar, sum teir ikki hava í dag og tí eru eisini hetlendingur
spentir uppá kaðalin.
Hetlendingar hava ongan sjókaðal so teirra breiðband gongur yvir
radiosamband.
- Men keypa teir seg inn á nýggja kaðalin hjá Føroya Tele, fáa teir
breiðband ígjøgnum kaðalin og tað fer at geva teimum tryggari samband
og størri møguleikar fyri hægri ferð í framtíðini, sigur Páll Vesturbú.
Orsøkin til at Føroya Tele fer undir hendan kaðalin er fyri at bøta um og at
tryggja telesamskiftið við umheimin.
- Vit hava frammanundan FarIce kaðalin, sum gongur úr Íslandi til
Føroyar og til Skotland. Men so hava vit eisini Cantat-3 kaðalin, sum
liggur úr Kanada og Íslandi til Føroyar og fer víðari til Danmarkar og
Bretland.
Men Cantat-3 kaðalin er við at vera ótíðarhóskandi og nýggi kaðalin
verður mest lagdur fyri í framtíðini at røkja sambandið, sum nú
gongur ígjøgnum hann.
- Vøksturin í breiðbandsnýtsluni er so stórur, at tað er neyðugt at
tryggja, at sambandi er álítandi og hendir tekniskt brek á einum kaðali,
er neyðugt at hava aðrar møguleikar, so at sambandið er trygt all
tíðina.
Stjórin í FT Net sigur, at út yvir fipurkaðalin, hava bæði FarIce og Cantat-3
eisini el-veiting og forsterkara-útgerð sum er knýtt í kaðalin við
jøvnum millumbilum á kaðalstrekkinum.
- Men nú er tøknin batnað, so nú ber tað til at leggja ein kaðal upp á
400 kilometetrar, uttan at hava el-veiting í kaðalinum og forsterkarar á
vegnum. Tað ger uppsetingina munandi einfaldari og bíligari, sigur hann
og tí verður kaðalin lagdur til Hetlands á vegnum til Skotland.
Kortini er talan um eina stóra íløgu, men Páll Vesturbú vil ikki seta
tal á enn.
- Enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu kaðalin verður fíggjaður og hvør
verður við í fíggingini.
Nýggi kaðalin hevur ikki fingið navn enn.