Arbeiðið at gera kirkjugarð í Hoyvík er nú boðið út og bíðað verður nú eftir at tilboðini koma inn.
Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at endamálið er at taka støðu til tilboðini í summar, so at farast kann undir arbeiðið nú í summar summar.
Væntandi fer tað at taka tvey og eitt hálvt ár at gera kirkjugarðin og sostatt verður hann tikin í nýtslu tíðliga í 2018
Kirkjugarurðin verður oman fyri sambindingarvegin ímillum Inni á Gøtu og framtíðar innkomuvegin til Tórshavn, sum framhald av Dalinum Langa, áleið har, sum stórfingna ætlanin um Stórutjørn annars skuldi vera.
Í nógv ár hevur tað verið eitt ynski frá hoyvíkingumat fáa ein kirkjugarð í Hoyvík, tí teinurin úr Hoyvíkar kirkju, út í kirkjugarðin á Velbastaðvegnum, er drúgvur.
Samstundis er Hoyvík ein býarpartur, sum stendur í stórum vøkstri, so tað er stórur tørvur á at fáa ein kirkjugarð har uppi.
Tilsamans er stykkið, sum er sett av til kirkjugarðin, 25.000 fermetrar, men lagt verður fyri í smáum, við at gera 3.500 - 5000 fermetrar í lægdini undir brekkuni, fyri síðan at gera hann størri norðureftir. Í fyrstu atløgu verður pláss gjørt fyri fyri 320 gravum, umframt parkeringspláss til 72 bilar.
Kirkjugarðurin verður 950 metrar í beinari linju frá kirkju og samkomuhúsi í Hoyvík, so hóast siðurin, at fólk eru til gongu, tá ið tey fylgja, er fánaður burtur, fer tað at bera væl til í Hoyvík, sigur býráðið.