Bygdamenning
Nú verða skjótt fleiri grundstykkir í Hósvík til tey, sum hava hug at byggja har.
Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður, sigur, at tað verða eini 20 grundstykkir í økinum, sum ætlanin nú er at stykkja út. Farið verður undir arbeiðið beinanvegin, veðrið batnar.
Men stykkið liggur soleiðis fyri, at tað ber at gera fleiri grundstykkir í økinum.
Og tað tykist sum um tað er stórur áhugi fyri at byggja í Hósvík.
Økið, sum varð stykkjað út seinast, er við at fyllast nú og skjótt verða tey seinastu húsini bygt á tí økinum.
Tvey stykki eru longu seld av teirri nýggju útstykkingini og tað triðja stykkið er umbiðið.
Ikki minst er bygdaráðsformaðurin fegin um, at tað flytir nógv fólk til Hósvíkar aftur, eftir ta stóru fráflytingina í kreppuárunum fyrst í nítiárunum.
Fyribils veit hann um trý húski, sum flyta úr Danmark til Hósvíkar. Talan er tó um fólk, sum hava tilknýti til bygdina. Annars er eisini væl av fólki flutt til bygdina.
Annars er tað ongin treyt fyri at fáa grundstykki, at fólk hava tilknýti til bygdina.
? Vit gera ikki mun á fólki og øll eru vælkomin at búsetast íHósvík, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann sigur at tey, sum eru flutt til Hósvíkar, hava givið bygdini nógv, tí tey hava tikið virknan lut í tí bygdarlívi, sum er.
Í løtuni búgva 243 fólk í Hósvík, men bygdaráðsformaðurin vónar at talið fer upp um 250 heilt skjótt.