Vit mugu beinanvegin fara undir at fyrireika eina verkætlan um at gera undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Hann sigur, at fyrsta stigið er tikið, tí nú nýggi hvalbiartunnilin verður boðin út, verður dentur lagdur á, at hann skal verða lagdur soleiðis, og gjørdur soleðis, at hann kann verða eitt beinleiðis framhald av einum undirsjóvartunli til Suðuroyar.
Men landsstýrismaðurin sigur eisini, at hansara ætlan er, at nevndin, sum nú situr og fyrireikar Eysturoyartunnilin, og Sandoyartunnilin, skal halda fram at fyrireika ein Suðuroyartunnil.
- Tá ið arbeiðið at fyrireika Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er komið so mikið áleiðis, at vit hava eina hylling á kostnaðinum, er tað mín ætlan, at nevndin skal fara at undir fyrireikingarnar til ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar, sigur Henrik Old.
- Endamálið er, at tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, skal tað verða at kalla klárt at fara undir at bora Suðuroyartunnilin, leggur hann afturat.
Tað er ein ætlan, hann nú fer at royna at fáa politiska undirtøku fyri, og í tí sambandi verður neyðugt at játta nevndini onkrar smávegis upphæddir at arbeiða fyri.
- Tá ið vit vita, hvat Sandoyartunnilin kostar, hava vit eina nógv betri hylling á prísinum og krøvinum til slíkar tunlar, og tað fer at gera fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin nógv lættari við teirri vitan, nevndin longu hevur.
Henrik Old vísir á, Smyril er longu 11 ára gamal, og sum hann sær út nú, er onki, sum talar fyri, at hann heldur í 30 ár, soleiðis sum gamli Smyril.
- Tá ið hann hevur siglt í 10 ár afturat, man lítið gott vera eftir av honum. Og tað vildi verið óðamannaverk at brúkt hundraðtals milliónir upp á ein nýggjan Smyril, eisini táið hugsað verður um, hvat eitt slíkt skip kostar at halda og at reka um árið, sigur Henrik Old.
Tað sum skal gerast, má verða gjørt, áðrenn Smyril er uppslitin. Tí hava vit í roynd og veru eina skyldu til at fara undir at fyrireika Suðuroyartunnilin so mikið tíðliga, at tað verður at kalla klárt at bora til Suðuroyar, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur.