Býráðið í Runavík hevur nú endaliga samtykt at fara undir stóra havnarútbygging á Høgabóli.
Á býráðsfundi í farnu viku samtykti býráðið at taka av einum tilboði frá Rókini um at gera havnina, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, væntar, at tey fara at skriva undir sáttmála um byggingina hesa vikuna.
Hann sigur, at tilsamans fer útbyggingin at kosta 42 milliónir, tá ið tað er klárt at taka í nýtslu. Nakað av pengum er sett av til endamálið í ár, men næsta ár eru 15 milliónir settar av til endamálið og restin verður so sett av í 2018, tá ið havnarlagið verður liðugt tíðliga um summarið.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað, sum skal gerast, er 220 metrar av bryggjukanti við 12 metra dýpi og tá ið tað er liðugt, hevur Runavíkar Kommuna 320 metrar av bryggjukanti við 12 metra dýpi.
Hann sigur, at umframt allar møguleikar hetta kemur í sambandi við farmaflutning av ymsum slagi, fer hetta at geva heilt aðrar møgululeikar at taka ímóti stórum ferðamannaskipum.
- Vit hava samband við feløg, sum hava stór ferðamannaskip, men tey hava boðað frá, at sum umstøðurnar eru nú, ber ikki til at brúka Runavíkar Havn.
Hinvegin hava tey fingið upplýsingar um tað, vit nú ætla at byggja, og í tí sambandi hava tey boðað okkum frá, at tá ið tað er gjørt, er einki í vegin fyri at leggja at í Runavík.
Men sum heild er tað so hart trýst á Runavíkar Havn, at varð hendan útbyggingin longu gjørd fyri trimum, ella fýra árum síðani, hevði havnalagið eisini verið fult nú.