Fara nú at byggja nýtt virki í Vági

Virkið verður helst liðugt einaferð seint í summar. Gongd er nú rættiliga komin á eftirspurningin eftir nýggju lemmunum úr Vági, sum mestsum kollvelta fiskiskapin við troli

Nú er rættilig gongd komin á framleiðsluna av trollemmum í Vági.

Talan er sjálvandi um tað nýggja slagið av trollemmum, sum Helgi Larsen hevur uppfunnið, og sum mestsum kollvelta fiskiskapin við troli

Eftirspurningurin er so mikið stórur, at teir, sum standa fyri framleiðsluni, hætta sær nú undir at byggja eitt nýtt virki í Vági.

Á fundi mikukvøldið játtaði Vágs Býráð at geva felagnum ?Injector Door?, sum stendur fyri framleiðsluni, bæði grundstykki og byggiloyvi til ein nýggjan virkisbygning á ídnaðarøkinum inni á Oyrunum í Vági.

Talan er um grundstykki og byggiloyvi til eina høll, sum er 23 x 52 metrar stór, ella tilsamans 1.196 fermetrar stór.

Høllin er 8 metrar høg.

Harafturat er stykki og byggiloyvi givið til ein tilbygning, sum er 9 x 22 fermetrar, ella tilsamans 198 fermetrar til skrivstovur og onnur høli.

Tilsamans er sostatt talan um ein virkisbygning uppá 1.394 fermetrar stórur.


Seint í summar

Lars Larsen, stjóri í Injector Door, sigur, at nú er so mikið stórur eftirspurningur eftir teimum nýggju lemmunum, at tað er neyðugt at byggja eina arbeiðshøll.

Sum er, húsast virkið undir sera trongum umstøðum í fleiri hølum.

Tað mesta arbeiðið verður gjørt á flakavirkinum í Vági.

Men har er ov lágt, umframt, at hølini eru so lítil, at teir hava verið noyddir at gera ein part av sveisiarbeiðnum í Hovi.

Men nú er eisini líkt til, at teir noyðast at finna sær eini høli afturat í Vági at sveisa í.

Lars Larsen sigur, at tað tí verður neyðugt at byggja eina høll, so at virksemið kann verða undir somu lon.

Hann sigur, at væntandi fara teir undir byggingina um ein-tveir mánaðir.

Talan er um ein høll og tað tekur heldur ikki meiri enn tveir mánaðir at seta høllina upp.

Sostatt væntar hann, at húsið skuldi verið liðugt einaferð seint í summar.

Teir hava ymsar hallir í kikaranum, men enn er avgerð ikki tikin um, akkurát, hvør høllin verður.

Lars Larsen sigur, at tað er so mikið stórur áhugi fyri hesum nýggju trollemmunum, at teir ivast ikki í, at tað er rætt at byggja.

Tann mesti eftirspurningurin er uttanlands.

Hann sigur, at tær royndir, sum higartil eru gjørdar, vísa, at hava lemmarnar hilnast sera væl.

Tað heilt serliga við hesum nýggju lemmunum, er, at teir eru lættari at arbeiða við, m.a. tí at teir hava bara tvær heldur, eina frammanfyri og eina aftanfyri Gomlu lemmarnir hava fleiri heldur. Nýggju lemmarnir eru eisini væl minni enn teir vanligu. Somuleiðis ganga teir nógv lættari ígjøgnum sjógvin enn teir gomlu lemmarnar, og teir gera eisini størri spíl trolið.

Tað ger, at trolarar kunnu toga skjótari, uttan at brúka meiri olju, og at teir fiska væl meiri við teimum nýggju trolunum.

Uppfinnarin, Helgi Larsen, er flúgviverkfrøðingur og hann hevur gjørt lemmarnar útfrá teirri vitanini, hann hevur fingið um náttúrlógirnar, sum eru galdandi í luftini, tí hann sigur, at somu lógir eru galdandi í vatni, sum í luftini.