Fara nú at byggja ein býling til eldri í Vági

Býlingurin verður í vakrari náttúru vesturi á Vatninum, beint við Hamragarð

Nú verður eisini farið at byggja eina eldrabústaðir í Vági. Vágs Býráð skrivar á heimasíðuni, at talan verður um ein býling, sum verður bygdur í vakrari náttúru vesturi á Vatninum, beint við røktarheimið, Hamragarð.

Í løtuni eru ongar eldraíbúðir í Vági, men tað eru fleiri, sum eru komin upp í árini, og sum vilja hava eina minni úbúð, sum ikki krevur so nógv viðlíkahald.

Í nýggja eldrabýlinginum í Vági stutt er oman á Vatnið og vestur á Eiðið. Haðani verður eisini gott útsýni út gjøgnum bygdina, út á fjørðin, oman á Vatnið og lutvíst eisini vestureftir ímóti Vágseiði. Tað er stutt at ganga ella koyra út í bygdina, og parkeringsmøguleikarnir við Hamragarð eru góðir.

Ein annar fyrimunur við at byggja akkurát har, er, at tað er beint við tey tilboð og sum eru á Hamragarði.

Á Hamragarði er venjingarmiðstøð til tey, sum eru 60 ár og eldri, har fysioterapeutur og ergoterapeutur standa fyri venjingunum. Á Hamragarði er eisini dagtilhald til eldri suðuroyingar, har ymiskt frítíðarítriv verða skipað.

Á Hamragarði verða eisini tænastur fyri búfólkini á heiminum, sum tey í eldrabýlingini eisini kunna fáa ágóðan av. Til dømis eru vaskarí á Hamragarði og har er eisini reingerð og er hetta eru tænastur, sum fólk í eldrabýlinginum eisini høvdu kunnað keypt frá Hamragarði.

Á Hamragarði verður eisini gjørdur matur hvønn dag í vikuni og døgurði verður eisini koyrdur heim til fólk – og er hetta eisini ein tænasta, sum fólk í eldraíbúðunum høvdu kunnað fingið ágóðan av.

 Ætlanin er at byggja bústaðirnir sum ein býling ið minnir um ein hestaskógv, har at fólkið fær samband við hvørt annað. Við býlingin verður felags fríøkið og ætlanin er eisini at gera útistovu og drívhús, sum bæði kunnu brúkast sum uppihaldsstova og til urtagarð.

Ætlanin er at gera átta eldraíbúðir, sum eru hóskandi til eitt par og til einstaklingar. Fíggjarliga partin av eldraíbúðunum verður skipaður sum lutaíbúðirnar, og tað vil silga, at tað verður í samstarvi við fleiri partar, millum annað Bústaðir. Parturin hjá Vágs kommunu verður at útvega grundstykki og gera tað byggibúgvið.

Kunnað varð um ætlanina á býráðsfundinum í kvøld og eitt samt býráð tók undir við, at arbeiðast skal víðari við ætlanini og at Vágs kommuna skal fara undir at útvega økið til ætlanina.