Hóskvøldið 17. september skrivaðu Sp/f Búð og Eiðis kommuna undir sáttmála um at keypa grundstykki til at byggja íbúðir á.
Talan verður um 6-8 ibúðir, sum verða bygdar á Kolshjøllum, har kampingplássið var, og íbuðirnar verða klárar at flyta inn í um tvey ár, 2022.
Borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, sigur í tíðindaskrivi í morgun, at Sp/f Búð eigur verkætlanina, men at tað er møguleiki er fyri at íbúðirnar verða bygdar í samstarvi við Bústaðir.
Bygdaráðið hevur biðið um uppskot um at byggja íbúðir á Eiði og tá ið freistin var farin tann 25, summar, vóru tvey tilboð komin. Og tað var eitt samt bygdaráð, sum mælti til, at skriva undir sáttmála við Sp/f Búð.
– Tað hevur tikið nakað av tíð at fáa sáttmálan i lag, men nú er hann undirskrivaður, sigur borgarstjórin.
– Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu at vit kunnu bjóða fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar og íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum er ein liður í hesum, sigur hann.









