Boring
Boringin er ein liður í einum størri Sindri verkætlan har Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse (GEUS) er fyristøðufelag fyri sjálvum boriarbeiðinum og loggingini
Føroya Jarðfrøðisavn (JFS) luttekur í arbeiðinum sum undirveitari og skal geva sítt íkast við m.a. kjarnulýsingum.
Tað er tað finska borðifelagið Suomen Malmi OY, sum stendur fyri boringini. Felagið hevur drúgvar royndir við kjarnuboringum í hørðum jarðgrýti í samband við námsvinnu og forkanningum fyri goymslu av geislavirknum burturkasti í Finnlandi og Svøríki
Boringin verður væntandi liðug til jóla.
Sindri bólkurin er myndaður av teimum oljufeløgum, sum hava leitiloyvi á føroyskum øki. Aðalmálið er at seta í verk jarðfrøðiligar kanningar, sum kunnu fáa týdning fyri framtíðar kolvetniskanningar, sum liggja uttan fyri tað núverandi loyvissøkið.
Luttakandi feløgini í Sindri eru:
Agip
Amerada Hess
Statoil
BP
DONG
Atlantic Petroleum
Phillips
Shell
Anadarko
Petro Canada
Føroya Kolvetni
British Gas
Jarðfrøðissavnið er eisini umboðað í Sindri stýrisbólkinum.
Atlanticon er umsitingardepil hjá Sindri.










