Umframt tað hevur Mowi keypt fimm nýggjar 200 metur stórar ringar at ala í. Tilsamans vera nú átta ringar, sum fara at framleiða góð 4.000 tons av laksi á Sandsvág. Undanfarin ár er íløga gjørd í tríggjar ringar umframt alibát fyri áleið 20 milliónir krónur.
Mowi hevur í fleiri ár kannað økið og hevur gjørt royndir á økinum. Sandsvág er eitt harðbalið øki, sum er nógv ávirkað av høgari aldu og streymi. Eftir tvær miseydnaðar royndir á økinum, hevur Mowi funnið rætta staðið at ala á. Ringarnir eru fluttir inn á vágna fyri at verja ímóti høgari aldu. Hetta hevur lukkast.
Fyrsta rættiliga alingin var seinasta árgang, tá góð 2.000 tons vóru framleidd. Hesin laksurin varð tikin síðsta heyst. Nú er ætlanin at økja til góð 4.000 tons.