Sáttmálatræta
Blokadan, sum Føroya Arbeiðarafelag fyri nøkrum døgum síðani setti í verk ímóti kavaruddingini hjá Landsverkfrøðinginum, er nú av.
Tað varð gritt eftir at Føroya Arbeiðarafelag hósdagin hevði havt fund við álitismenninar hjá teimum, sum rudda kava.
Føroya Arbeiðarafelag tók annars tað stig fyri nøkrum døgum síðani at nokta limum sínum at rudda kava av landsvegunum, tí ósemja hevði tikið seg upp ímillum felagið og Landsverkfrøingin um, hvussu sáttmálin skuldi tulkast á ymsum økjum.
Tað var serliga viðvíkjandi tilkallivaktum, at ósemja tók seg upp. Føroya Arbeiðarafelag helt ikki, at Landsverkfrøðinguin helt sínar skyldur á hesum øki og vildi ikki geva teimum, sum rudda kava, tær sømdir, sum eru avtalaðar í sáttmálanum.
Hetta hevði komið sera illa við, um tað fór at kava, tí so hevði øll samferðsla á landi verið løgd lamin.
Sáttmálin á økinum er ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og tí kom Arbeiðsgevarafelagið upp í málið. Samráðingar millum tað, og Føroya Arbeiðarafelag, førdi til, at arbeiðsgevaranir løgdu eitt uppskot fyri Føroya Arbeiðarafelag um, hvussu trupulleikin kundi loysast.
Og hesum uppskoti Tók Føroya Arbeiðarafelag av, eftir fund við áltismenninar.
Ingeborg Vinther sigur, at tey hava fingið eina loysn, sum tey kunnu liva við, til samráðingar verða aftur. Tí hava tey gjørt av at taka kavaruddingina uppaftur og samstundis varð blokadan avlýst.








