Fara nú aftur at kappast

Methøgir vinningar eru at vinna, og so skal eitt føroyskt landslið eisini finnast í CS:GO.

Fólkini handan føroysku gaming-heimasíðuna, esport.fo, fara í næstum at skipa fyri enn einum kappingarári í telduspælinum Counter Strike Global Offensive, betur kent undir styttingini CS:GO.

 

Rúni W. Johnsen frá esport.fo sigur, at hetta kappingarárið verður stórt. Methøgir vinningar eru at dystast um hesaferð, tí fýra tey fremstu liðini í A-deildini fáa vinningar, ið hava eitt samlað virði áljóðandi 15.000 krónur.

 

16 lið eru skrásett til kappingina, har seks av liðunum eru í A-deildini og 10 í B-deildini. Fýra tey fremstu liðini í A-deildini spæla seg í finaluna, meðan hini bæði flyta niður í B-deildina.

 

Tvey tey bestu í B-deildini flyta upp til komandi kappingarár, sum eftir ætlan byrjar í heyst. Tilsamans 116 luttakarar eru við teimum báðum deildunum í ár.

 

Nógv verður gjørt burturúr finaluni, sum í ár verður spæld á einum palli í SMS. Har er pláss fyri einari rúgvu av áskoðarum, men tilber eisini at fylgja við heima við hús umvegis beinleiðis stroyming, har frásøgufólk eisini siga frá.

 

Fylgt verður serliga væl við hvussu spælararnir klára seg í ár, tí ætlanin er at savna eitt føroyskt landslið, sum skal luttaka í altjóða kappingum.