Fara í land illa sperdir

- Tað kann koma at skapa hungur og hall í mangari fiskimannafamilju, at fiskimenn bíða eftir hýru í mánaðir, segði Jan Højgaard á landsfundi. Á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag týsdagin segði Jan Højgaard, felagsformaður, at tað altíð eru nakrir reiðarar, sum hava ilt við at rinda hýru til tíðina.

- Tað eru menn, sum hava bíðað í fleiri mánaðir eftir at fáa tað, teir eiga til góðar.

Hann vísti á, at menn sjálvsagt gerast illa sperdir undir slíkum umstøðum, tí teir eins og øll onnur hava sínar skyldur at røkja.

- Eftir at hava bíðað leingi eftir hýru, hevur onkur mist tolið og hevur stungið í sekkin. Hetta hevur fingið reiðarar at rópa upp um, at okkurt má gerast, tí teir fáa ikki fólk. Men hvat við at gjalda tað, sum menninir eiga til góðar, spurdi Jan Højgaard.

Hann legði aftrat, at tá høvdu reiðarar sloppið undan trupulleikanum við manningartroti.

Felagsformaðurin vísti á, at tað eisini eru útlendskir fiskimenn, sum koma hendan vegin at sigla og ikki fáa sína sáttmálaløn.

- Hetta er bæði brot á sáttmála og útlendingalógina.

Jan Højgaard segði, at tað kann koma at skapa hungur og hall í mangari fiskimannafamilju, at fiskimenn bíða eftir sínum ágóða í mánaðir.

- Hóast eg ikki hevði væntað, at tað var so, kemur hetta kortini ikki óvart á meg, legði felagsformaðurin aftrat.