Fara kanska í verkfall?fyri at fáa minni í løn

Hóast samráðingar í næstan eitt ár, stendur enn í botni í samráðingunum ímillum teir yngru læknarnar og fíggjarmálastýrið. Og formaðurin í felagnum fyri yngri læknar ásannar nú, at lítlar og ongar vónir eru fyri at finna eini semju

Hóast samráðingar í næstan eitt ár, er enn onki, sum bendir á, at tað ber til at fáa semju í lag í lønarósemjuni ímillum teir yngru læknarnar á Landssjúkrahúsinum og fíggjarmálastýrið.

Og ikki bara tað, tí tað stendur sum í berginum í samráðingunum.

Teir yngru læknarnir eru tann seinasti starvsbólkurin, sum er eftir at gera sáttmála við fíggjarmálastyrið.

Sáttmálin gekk út 31. mai í fjør.

? Men hóast vit hava samráðst í næstan eitt heilt ár nú, eru enn ongi tekin um, at vit so frægt sum eru farin at nærkast hvørjum øðrum, sigur formaðurin í felagnum fyri yngri læknar, Jens Andreassen.

Og hann ásannar, at tað er sjálvandi eitt mark fyri, hvussu leingi tað ber til at samráðast.

? Vit hava at kalla verið alla kumpassina runt í royndununum eftir at finna eina semju. Men vit eru endað aftur í akkurát sama stað, har vit byrjaðu, sigur hann. Og tað boðar ikki frá góðum, leggur hann afturat.

Støðið, sum partarnir byrjaðu á, var, at fíggjarmálastýrið hevur bjóðað læknunum 6,5% í lønarhækking, ið er tað sama, sum øll hini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava fingið.

Hinvegin føra læknarnir fram, at teir eru í eini serligari støðu og at 6,5% er tí alt ov lítið at fáa í lønarhækking.

Teir siga, at arbeiðsmarknaðurin hjá læknunum er so opin sum nakrar.

Og nú er so stórt glopp ímillum tær donsku og tær føroysku læknalønirnar, at vandi er fyri, at læknar fáast ikki at at átaka sær størv í Føroyum, um hesin munurin ikki verður útjavnaður.

? Bæði í Danmark, og aðrastaðni, eru umstøðurnar so nógv betri, at vandi er fyri, at stórt læknatrot verður á Landssjúkrahúsinum, fara lønirnar ikki upp. Og hartil stendur ikki á at fáa arbeiði aðrastaðni, tí nógvastaðni er trot á læknum.

? Trupulleikin er tann, at tað er rættiliga stórur munur á læknalønunum í Danmark og í Føroyum.

? Grundlønin hjá einum yngri lækna í Føroyum er nakrar túsund krónur lægri um mánaðin, enn hon er í Danmark.

? Og hesi seinastu árini er lønin í Føroyum bara dragna meiri og meiri.

? Leyðsliga mett er lønin hjá einum føroyskum lækna 10% aftanfyri lønina hjá einum donskum lækna.

? Og hendir onki munagott hesuferð, verður munurin eini 15% nú. Í vissum førum er lønarmunurin enntá yvir 20%

Jens Andreassen sigur, at tað verður neyðugt at fáa eina læknaløn í Føroyum, sum líkist teirri donsku, annars fáast læknar ikki at arbeiða í Føroyum.

Tí hevur teirra útgangsstøðið í samráðingunum verið at fáa ein sáttmála í Føroyum, sum líkist tí danska.

Men higartil hevur fíggjarmálastýrið hvørki verið til at høgt ella stungið í.


Í verkfall fyri at fáa minni í løn

Jens Andreasen sigur, at møguleikarnir at finna eina semju nú eru farnir at fækkast av álvara.

Sjálvur dugir hann næstan ikki at síggja aðrar møguleikar enn at læknarnir fara í verkfall.

Tí hann leggur afturat, at tað er rættilgia umráðandi hjá læknunum at fáa ein góðan sáttmála hesuferð.

? Og vit eru nú komin hartil, at tað nyttar einki við smáum ábøtum longur. Tí trupulleikin er nógv størri enn so.

? Trupulleikin eitur læknatrot. Og vit fáa ikki fleiri læknar, um lønin er nógv verri enn í grannalondum okkara.

Tað verður mangan skotið læknunum í skógvarnar, at teir hava eina øgiliga inntøku.

Herfyri upplýsti leiðarin á lønardreildini í fíggjarmálastýrinum, Tummas Magnussen at lønin hjá einum yngri lækna liggur um 30.000 krónur um mánaðin, tá ið øll ískoyti vórðu tald uppí.

Men harafturat høvdu teir so nógv yvirtíð, at summir teirra høvdu aðrar 30.000 í yvirtíð, so at mánaðarlønin kom uppá 60.000 krónur tilsamans.

Formaðurin í læknafelagnum vísir ikki aftur, at teir hava nógva yvirtíð.

? Men tað er ikki við okkara vilja. Vit vilja heldur hava fleiri læknar til Føroyar, enn at fáa alla hesa yvirtíðina. Og fleiri læknar fáa vit bara um vit fáa ein góðan sáttmála.

Hann sigur, at endar tað við verkfalli, verður tað tískil í veruleikanum um at fara í verkfall fyri at fara niður í løn. Men afturfyri verður sáttmálin betri og arbeiðstíðin minni.

Enn er nýggjur samráðingarfundur ikki avtalaður.