Í EB/Streyma leguni vóru teir sjálvandi vónbrotnir um, at tað ikki hevði eydnast at fáa úrtøku, eftir at teir í meiri enn ein tíma høvdu verið fleiri á vøllinum enn mótstøðumenninir.
- Hetta var ikki dagurin hjá okkum. Marginalirnir vóru ikki við. Tað var heldur stólpa út enn stólpa inn. Tað er einki annað at gera enn at herja á aftur. Vit høvdu ikki roknað við at fingið fulla úrtøku hvørja ferð. NSÍ er gott lið, og tað fara ivaleyst at vera fleiri, sum fara at tapa í Runavík, ásannar EB/Streyma liðformaðurin, Egil á Bø.
Næsta royndin hjá EB/Streymi verður enn ein oyggjauppgerð. Sunnudagin fer Skála at vitja á Mølini á Eiði.









