Fara ikki til Ukraina

Felagsskapurin fyri samstarvi og menning í Evropa, OECD, hevur biðið Danmark senda tólv politikarar til Ukraina at halda eygað við forsetavalinum, sum verður annan jóladag.

Men áhugin á Christiansborg er lítil, skrivar Politiken. Uttanríkispolitiski talsmaðurin hjá Vinsra, Troels Lund Poulsen, sigur við blaðið, at hann fer til Kiev, og tað sama sigur tann konservativa Carina Christensen. Men í hinum flokkunum er eingin hugur at halda jól í Ukraina. Uttanríkispolitiski framsøgumaðurin hjá Sosialdemokratunum, Jeppe Kofoed, ætlar sær at halda jól í Danmark, sigur hann, og tað sama sigur Morten Helveg Petersen hjá Radikala Vinstra. Heldur ikki Peter Skaarup úr Danska Fólkaflokkinum og Kamal Qurechi úr SF hava hug at halda jól í Kiev.

Á ukrainska forsetavalinum, sum var tann 27. november, hevði OECD 70 tinglimir úr 15 londum sum eygleiðarar. Felagsskapurin sigur, at hesaferð verða eygleiðararnir neyvan fleiri enn 50 í tali. Høvuðsorsøkin er, at valið fellur saman við jólunum.