Fara ikki niður í løn

Sum sóknarformaður fyri sjómonnum í Hvalba haldi eg ikki, at sáttmálin hjá ísfiskatrolarunum eru so høgir.

Tí at teir sigla fyri 27 prosent, og er hetta ein gomul skittfiskakontrakt, sum ísfiskaskipini sigla fyri í dag. Tí eitt kann eg siga tikkum, at tað fer eingin sjómaður avstað minni enn hann fer í dag.
Sjómaðurin hevur eisini útreislur av heiminum. Skal hann betala fyri at koma til arbeiðis, so loysir seg ikki at fara avstæð at fiska. Men eg síggi ikki, at nakar reiðari hevur tað ringt. Teir skuldu heldur betalt hýruna til tíðina, so fingið teir mannað skipini.