Tamba Yarjah hevur veruliga gjørt vart við seg, síðani hann í summar var partur av styrkinum, sum 07 Vestur fekk sær í niðurflytingarstríðnum.
Sunnudagin gjørdist aftur talan um eitt mál hjá honum og trý stig til liðið, og tað var Tamba serstakliga væl nøgdur um, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.
- Tað er sjálvandi trupult at staðfesta nakað nú. Men eg haldi, at vit hava eitt gott fokus á liðnum, og eg trúgvi uppá, at vit klára at halda okkum í deildini.
Tit hava framvegis trý stig upp til bjarging. Hvussu nógv stig heldur tú, at tit hava fyri neyðini fimm dystirnar?
- Har eru sjálvandi fimtan stig eftir at spæla um. Og vit skulu helst hava á leið 12 av teimum. Og tað rokni eg við, at vit kunnu klára. Tað er ein stór avbjóðing, men eg haldi, at vit eru til reiðar at fara undir hana, segði Tamba Yarjah eftir sigurin á B36.









