Fara ikki at stoyta bensin á bálið

­­- Hóast 24 tíma verkfallið í næstu viku helst er ólgógligt, fer landsstýrið ikki at biðja fútarættin steðga tí. Tað hevði bara gjørt støðuna enn spentari, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

Arbeiðssteðgur
 
­­Landsstýrið ætlar ikki at fáa fútarættin at steðga 24 tíma verkfallinum, sum 25 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava lýst frá hóskvøldinum 19. mai á midnátt til á midnátt fríggjakvøldið 20. mai.
Tað sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hann leggur kortini afturat, at samgongan hevur ikki viðgjørt spurningin, men hann kann ikki hugsa sær til, at landsstýrið fer at taka nøkur stig í hesum sambandi.
Orsøkin til at landsstýrið ikki ger tað, er útfrá teirri sannroynd, at tað loysir seg ikki at stoyta bensin á bálið.
­- Verkfallið, sum er lýst í næstu viku er allarhelst eisini ólógligt. Men at lagt tað fyri fútarættin, hevði bara gjørt støðuna enn spentari enn hon er, sigur landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina av sáttmálasamráðingunum ímillum landsstýrið og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.
 
Fútarætturin einasti møguleiki
Eitt 24 tíma verkfall fer at leggja allar almennar tænastur lamnar tað samdøgurið, tað varar. Hvussu nógv hetta  fer at kosta landskassanum, veit landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ikki.
Men hann veit, at verkfallið fer at gera, at landsstýrið sparir 2-3 milliónir í lønarútreiðslum hetta samdøgurið verkfallið varar.
Bárður Nielsen heldur ikki, at tað var eitt mistak at leggja fráboðaða verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í síðstu viku fyri fútarættin.
-So leingi vit ikki hava eina greiða skipan fyri, hvussu vit loysa ósemjur á arbeiðsmarknaðinum, er fútarætturin okkara einasti møguleiki.
Sum er, kunnu fakfeløgini lýsa verkfall, táið ósemjur taka seg upp, uttan at arbeiðsgevarin hevur nakran sum helst møguleika at svara aftur og tað er ikki rættvíst.
- Tá ið ein arbeiðsgevari metir, at eitt verkfall er ólógligt, er tað ikki rættvíst, at hann bara skal noyðast at góðtaka eitt verkfall, tí at vit onga skipan hava til at loysa slíkar ósemjur.
- Okkara einasti møguleiki er tískil at fara í fútarættin og tí er hetta okkara einasta mótpæl, tá ið vit meta, at eitt verkfall er ólógligt, til vit fáa eina aðra skipan. At vit fara í fútarættin er ikki øðrvísi enn at fakfeløgini hótta við verkfalli.
 
Ein neyðloysn
Annars er hann ikki samdur, tá ið fakfeløgini siga, at landsstýrið fleiri ferðir hevur brúkt fútarættin at steðga arbeiðsósemjum.
- Tað hava vit gjørt tríggjar ferðir seinastu árini, tá ið vit meta at fakfeløgini eru farin heilt av kós og tað haldi eg ikki so so ofta, sum vanliga uppfatanin annars er. 
Bárður Nielsen ásannar, at tað er eitt víðgongt stig at leggja eitt mál fyri fútarættin og hann sigur, at tað er ikki ein møguleiki, sum Landsstýrið fer at brúka í óðum verkum.
Kortini ásannar, at skipanin, sum er í dag, er ov vánalig hjá báðum pørtum.
- Skipanin vit hava í dag er avoldað og tí er tað alneyðugt, at bólkurin sum arbeiðir við at finna eina skipan, sum báðir partar kunnu góðtaka, ger sítt arbeiði liðugt.
Nú er hendan ósemjan sprottin burturur úr ósemjuni um føðideildini. Í  tí sambandi hevur verið funnist at landsstýrinum tí tað ikki bíðaði við at taka umleggingarnar á føðideildini upp til sáttmálasamráðingarnar verða í heyst.
Men tað er Bárðru Nielsen ósamdur í.
- Leiðslubygnaðurin og umleggingarnar á føðideildini eru ikki sáttmálaspurningar. Tað eru spurningar fyri leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og tað kann ikki vera nakað ivamál um, at hetta er ein spurningur um leiðslurættin hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, sigur Bárður Nielsen.