Á fíggjarlógini í ár, er ikki ætlanin at játta pening til at fáa í lag eina skipaða kanning av pinkubørnum at vita um tey hava hoyrbrek.
Tað hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður, boðað Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum frá, nú fíggjarlógin er til viðgerðar.
Bæði Landssjúkrahúsið og Landslæknin hava mælt til at seta eina skipan í verk, har pinkubørn verða kannað fyri hoyribrek.
Barnalæknin og oyrnalæknin á Landssjúkrahúsinum halda, at hetta tilboðið eigur at verða miðsavnað á Landssjúkrahúsinum, tí annars verða fáar kanningar til at starvsfólk kunnu verða í nóg góðari venjing til at gera kaningar, so væl, sum gjørligt
At seta eitt slíkt tilbð í verk kostar 440.000 krónur í útgerð, umframt løn til tveir sjúkrarøktarfrøðingar og ein skrivara í hálva tíð.
Men tað verður so ikki í ár, at ein slík hoyrikanning verður sett í verk, tí landsstýrismaðurin í heilsumálum boðar nú frá, at í ár er peningur ikki settur av til endamálið.