##med2##
Hetta verður ein frálíkur túrur - og samstundis taka vit eitt tak fyri náttúruna.
Tað sigur Elin Lindenskov í felagsskapinum, Rudda Føroyar. Næsta vikuskifti fara til í Sandoynna at rudda á Hvalnesi, sum er norðan fyri Skálavík.
Elin Lindenskov sigur í tíðindunum á FM1, at Hvalnes er rekapláss og har liggur nógv órudd av øllum handa slagi og rekst.
Hon sigur, at bóndin hevur vent sær til Rudda Føroyar og Visit Sandoy um at rudda á Hvalnesi, tí hann vil fegin geva nakað aftur til náttúruna. Sostatt verður bóndin ferðaleiðari á ferðini, og hann syrgir eisini fyri matpakka, so umframt arbeiðið at rudda, verður tað eisini ein frálík útferð.
Elin Lindenskov sigur, at enn eru tað nakað fá, sum hava meldað til, men tey vóna at fleiri fara at melda til.
Hon sigur, at tað er rættiilga skelkandi so illa fólk tveita frá sær í nátturini, Hesi síðstu trý árini hava tey tikið samfull 50 tons av óruddi upp í náttúruni, men tað liggur nógv eftir.
Trýst á pílin undir myndina og hoyr Elina Lindenskov greiða frá tiltakinum næsta vikuskifti.
##med3##