Fara hovliga til verka

? Formaður fólkafloksins á tingi sigur, at samgongan heldur fast um fullveldiskósina, men farið verður nógv hovligari fram

Nýggj samgonga

? Í hesari samgonguni hava vit lagt á ein bógv, sum ger, at vit kunnu fáa undirtøku frá einum størri parti av veljarafjøldini, enn politikkurin hjáundanfarnu samgongu hevði. Og tað er ein stór styrki.
Óli Breckmann, formaður fólkafloksins á tingi, er sera væl nøgdur við samgonguskjalið, sum varð undirskrivað í gjáramorgunin.
?Tað er nógv hovligari enn tað, sum undanfarna samgongan hevði. Tað er ikki so proklamatoriskt, ella so yvirlýsandi, sum hitt var og við hesum samgonguskjalinum skuldu vit kunna fingið undirtøku frá einum nógv størri parti og tryggum meiriluta av Føroya Fòlki, eisini tvørturum miðjuna í politikkinum.
Óli Breckmann sigur, at í hesum samgongu skjalinum skulu tær yvirtøkur, sum eru gjørdar, kjølfestast og samstundis skal búskapurin lagast til, at vit kunnu liva uttan blokk.
Harafturat heldur hann, at tað er sera umrðaðandi, at blokkurin ikki skal hækka, tí at frysta blokkin fastan, er í grundindi at minka hann og tað ger okkum meiri sjálvbjargin.
- Endamálið er enn fullveldið, men við nógv hovligari ferð og tað skuldi givið okkum undirtøku frá einum nógv størri parti av fólkinum ogtað er bara ein fyrimunur.