Vágur er ein av teimum kommunum, sum skal hava nýggjan borgarstjóra á nýggjárinum. Kommunuvalið týsdagin gekk soleiðis, at Tjóðveldi varð størsti flokkur og fekk fýra býráðslimur, Javnaðarflokkurin fekk tríggjar og Sambandsflokkurin fekk tveir.
Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru í samgongu í núverandi býráði, men longu valkvøldið gjørdu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skjótt av og skipaðu samgongu við sínum fimm býráðslimum, uttan um Tjóðveldi, sum sostatt fer í andstøðu við sínum fýra býráðslimum.
Tað er avtalað, at Bjarni Johansen, sum er nývaldur á javnaðarlistanum, verður borgarstjóri og Erhard Joensen á sambandslistanum, sum eisini er løgtingsmaður, verður varaborgarstjóri.
Bjarni Johansen sigur, at tey eru í ferð við at orða eina samstarvsavtalu ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, og býráðið verður so kallað saman at skipa seg. Bjarni Johansen sigur, at tað kann verða longu í morgin.
Men hann sigur, at áðrenn samstarvsavtalan er skipað, og býráðið er skipað, vil hann einki siga um, hvørjar ætlanir, nýggja samgongan hevur.
Hetta er fjórðu ferð, Bjarni Johansen stillar upp og hann hevur mangan verið heilt nær við at verða valdur, tí hann hevur manglað nakrar heilt fáar atkvøður. Men hesa ferð hevur hann gjørt meiri burtur úr valstríðnum og tað gav úrslit, tí hann fekk eitt gott val og er fyrst valdur á listanum hjá Javnaðarflokkinum, og í øllum býráðnum er tað bara verandi borgarstjóri, Dennis Holm, sum fekk fleiri atkvøður enn hann.