Fiskivinna
Sambært greiningini hjá Rasmussen & Weihe er fíggjarstøðan hjá lemmatrolarunum hampilig, eins og konsolideringin er rímiliga góð.
- Gjaldførið hjá hesum skipabólki versnaði munandi frá 2001 til 2002, og er ikki nøktandi við árslok 2004.
Felagið sigur, at lemmatrolararnir hava megnað at havt ein rímiliga javnan rakstur í árunum 2000 til 2003, men í 2004 hevði hesin skipabólkur munandi afturgongd í rakstrinum í mun til árið fyri.
- Tí gjørdist talan samanlagt um eitt hall í 2004 upp á 7,1 miljónir krónur.
Sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag hevur hesin skipabólkur merkt eina afturgongd í veiðinøgd upp á út við 10% fyrstu níggju mánaðirnar av 2005 í mun til somu tíð árið fyri.
- Haraftrat kemur, at miðalprísurin samstundis er minkaður við góðum 6% í sama tíðarskeiði, og samanlagt er veiðivirðið minkað við 14% í 2005 í mun til somu tíð í 2004.
Rasmussen & Weihe vísa á, at ikki minst hjá hesum skipabólki, sum brúkar lutfalsliga nógva olju, er hesin postur vaksin í 2005, nú oljan er vorðin so dýr.
- Roknast má tí við, at lemmatrolarar fara at merkja eina afturgongd í rakstrinum í 2005, heldur felagið.
Fíggjarstøðan hjá hesum skipum er hampilig, men gjaldførið versnaði munandi frá 2001 til 2002 og er ikki nøktandi við árslok 2004.
- Ognaravkastið hevur verið skiftandi og er vorðið negativt við árslok 2004. Rentingin av eginogn hevur somuleiðis verið skiftandi fram til 2003 og er negativ í 2004. Sama er við rakstraravkastinum, sigur felagið.
Miðalaldurin hjá lemmatrolarunum er 21 ár.