Tað er nú greitt, at tað verður heldur eingin Team Rynkeby-súkkling til París í ár. Tað avgjørdi stýrið fyri Team Rynkeby í gjár og orsøkin til tað er sjálvsagt koronu-farsóttin.
Í seinastu viku varð staðfest, at tað er ikki vist, at øll tey 59 liðini úr teimum átta londunum, lukkast at verða koppsett áðrenn túrin til París.
– Frakland og Týskland eru hart rakt av triðju korona-bylgjuni, og hetta eisini ein høvuðsorsøk til, at alt er avlýst í ár.
Úr Føroyum skuldu 51 súkklarar, og 11 hjálparfólk, fara við ferðalagnum úr Føroyum til París, men hendan ætlanin er sostatt broytt. Tí arbeiðir Team Rynkeby í Føroyum við einari aðrari loysn, sum ger, at liðið fer at súkkla í Danmark í somu viku, sum túrurin til París skuldi verða.
Team Rynkeby hevur súkklað úr Danmark til París hvørt ár síðani 2002, og føroyingar hava verið við á ferðini síðani 2014.