Fara í gongd aftur í Saltangará

- Trupult er vanliga at fáa handverkarar um summarið, men vit vóru hepnir í so máta og hava fingið tað gjørt, sum vit stílaðu fram ímóti, sigur Jason Johannesen.

Fiskivinna

Eitt av virkjunum hjá Føroya Fiskavirking, sum hevur ligið stilt vegna summarfrí, er virkið í Saltangará. Har fóru tey í summarfrí beint fyri ólavsøku, og ætlandi fer fólkið aftur til arbeiðis mánadagin komandi.

Neyðugar ábøtur

Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at leiðslan avgjørdi at leggja stilt í tríggjar vikur, tí ymiskar ábøtur skuldu gerast.
- Vit hava eitt nú skift tríggjar hurðar út á frystarínum. Neyðugt var at skifta hesar út nú. Síðan hava málarar og elektrikarar snøggað um og framt ymiskar ábøtur á instalatiónirnar.
Jason sigur, at hóast verkfallið á privata arbeiðsmarknaðinum var drúgt, so vísir tað seg kortini, at fólk vilja hava frí nakrar vikur mitt um summarið.
- Fyri tveimum árum síðan avgjørdu vit ikki at leggja stilt, tí vit høvdu havt verkfall, men tað vísti seg, at tá ið summarið kom, fóru nógv arbeiðsfólk í summarfrí kortini.
Hann sigur, at hesaferð var ikki so nógv at tosa um, tí neyðugt var at gera ábøtur.

Hepnir

- Trupult er vanliga at fáa handverkarar um summarið, men vit vóru hepnir í so máta og hava fingið alt gjørt, sum vit stílaðu fram ímóti, sigur Jason Johannesen.
Gongst sum ætlað, verður fiskaarbeiði aftur á virkinum hjá Føroya Fiskavirking í Saltangará mánadagin.