Fara á fund at velja leik

RUNAVÍK: Í annaðkvøld verður fundur í nýstovnaða felagnum Áhugaleikarafelagið Eysturoy, har eitt av evnunum er ætlanina fyri árið. Í hesum evni er eisini væl av einum sjónleiki seinni í ár.

Felagið varð stovnað í samband við Mentanarvikuna í oktober mánaði, og verður nú miðað eftir at fara til verka av álvara at fáa liv aftur í áhugasjónleikin kring Skálafjørðin og aðrastaðni í oynni.

Á fundinum eru fleiri mál fyri, ið kunnu hava avgerandi ávirkan á víðari arbeiðið í felagnum.

Eitt mál er ein navnakapping, og eitt annað mál er at gera eina ársætlan, har ein samstundis fer at tosa um, hvørt felagið skal seta upp einhvønn leik seinni í ár. Spurningurin um áhugi er fyri eini work-shop saman við meginfelagnum hjá føroysku áhugaleikarunum (MÁF) skal eisini takast fram.

Møguleiki er hjá fólki at gerast limir í felagnum, og hava tey hug at taka eina hond við í virkseminum í felagnum, eru tey eisini vælkomin til tess.

Fundurin verður í kantinuni í Løkshøll, og byrjar hann klokkan 19.