Japanar ætla sær at halda fram at veiða hval í Suðurhøvum, og teir fara at senda hvalabátar hagar seinni í ár eins og undanfarin ár, sigur BBC. Tað hevur annars ljóðað, at japanar umhugsaðu at gevast við hvalaveiðini við Antarktis orsakað av mótmælistiltøkum og nýggjum havrættarreglum, men so verður ikki.
Japanski umboðsmaðurin hjá fundinum hjá Altjóða Hvalaveiðinevndini, Joji Morishita, sigur við bretska kringvarpið, at hvalabátarnir fara suðureftir í ár eins og onnur ár.
Áhaldandi tiltøk hjá felagsskapinum Sea Shepherd fingu japanar at gevast at veiða hval við Antarktis seinasta vetur.