Nú er greitt, at fólk, sum annars arbeiða á dagstovnum til børn, nú fara at hjálpa til á eldraøkinum. Tað sigur Kommunufelagið í eini fráboðan.
Fá fólk eru til arbeiðis á dagstovnum, men nú hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag gjørt avtalu um, at tað skal bera til at flyta starvsfólk á dagstovnaøkinum yvi á eldraøkið at arbeiða
– Avtalan fevnir um starvsfólk á dagstovnaøkinum, bæði námsfrøðingar og hjálparfólk, fastlønt og tímalønt. Her er talan um starvsfólk, sum kommunurnar hava sent til húsar, tí børnini eru farin heim, men nú vera tey so til reiðar at taka eitt tørn á eldraøkinum, verður tørvur á tí.
Á dagstovnaøkinum eru tiltøk sett í verk at forða fyri, at korona breiðir og tað ber í sær, at rættiliga fá starvsfólk eru til arbeiðis.
– Á eldraøkinum er støðan øðrvísi, har arbeiða øll við fullari kraft, fastlønt og tímalønt. Tiltøk eru eisini sett í verk, har roynt verður at minka um smittuvandan av korona.
– Í fleiri førum er talan um tiltøk, sum hava við sær, at tað er neyðugt við fleiri starvsfólkum í eldraøkinum.
Í hesum sambandi eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag samd um, at kommunur og eldrasamstørvini kunnu avtalu við einstøk starvsfólk um at flyta tey í eldraøkið.
Soleiðis, kunnu námsfrøðingar og hjálparfólk verða sett í vaktir á eldraøkinum.
Tey fáa rætt til ta løn, tey hava rætt til eftir tí sáttmála, tey longu hava, men fáa tey yvirtíð, verður tað eftir sáttmálanu ímillum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelagið.
Avtalan verður støðugt endurskoðað og fellur burtur av sær sjálvum tá ið vandin er av.










