Sunnudagin kl. 17 verður eitt rættiliga øðrvísi møti hildið í Porkeri. Evnið fyri møti er eitt flogfar sum vitjar ymisk lond.
Tað er Heimamissiónin í Suðuroy sum skipar fyri hesum tiltakinum, ið vendir sær bæði til børn, ung og gomul.
Á skránni er felagssangur, frágreiðingar úr ymiskum londum sum flogfarið fer at vitja og matur, eins og kryddrað verður við løttum og stuttligum innsløgum.
Tiltakið er mett at vara í ein góðan tíma, og aftaná verður ein biti at fáa, eins og fólk fáa høvið at sita saman og hugna sær.