Eirikur Lindenskov
John Johannesen
? Eg eri vísur í, at vit skjótt fara at hoyra okkurt úr Grønlandi, um samráðingarnar við Føroyar fáast upp á pláss. Í Nuuk eru tey noydd at halda seg til hesa støðuna, og samband er millum føroyingar og grønlendingar í hesum máli, sigur Finn Breinholt Larsen, sum er lektari á Center for Nordatlantiske Studier á Århus Universiteti við Jyllands-Posten.
Trýstið á grønlendingar økist
Hann sigur, at í Grønlandi hava tey sett ein arbeiðsbólk, sum í løtuni metir um møguleikarnir fyri grønlendskum sjálvstýri, men bólkurin hevur als ikki sama umfatandi arbeiðssetning at arbeiða undir, sum føroyski samráðingarbólkurin, sigur hann.
Grønlandingar vilja fegnir sjálvir føra uttanríkispolitikkin og hava løgregluna og dómsvaldið undir grønlendksa umsiting.
? Trýstið á grønlendingar fer at økjast, men so leingi, Jonathan Motzfeldt er politiskur leiðari í Grønlandi, er tað ikki vist, at loysingin verður, heldur Finn Breinholt Larsen.
Motzfeldt skilir donsku stjórnina
Við Internet-Sosialin fríggjadagin segði Jonathan Motzfeldt, sum var staddur í forsætismálaráðnum, meðan samráðingarnar vóru millum landsstýrið og donsku stjórnina, at hann helt tað vera gott, at danska stjórnin tosaði erliga í samráðingunum. Hetta segði hann, eftir at danska stjórnin hevði boðað frá, at ein skiftistíð upp á trý til fýra ár er nøktandi fyri Føroyar.
Hann vísti á, at talan er um ógvuliga umráðandi samráðingar, og tí hevur tað týdning, at danska stjórnin, eins og landsstýrið, kemur við einum útspæli til samráðingarnar.
? Eg havi alla virðing fyri føroyska fólkinum og Føroya Landsstýri, men eg skilji væl tað, danska stjórnin ger. Tað hevði verið órímuligt, um bert landsstýrið skuldi lagt fram upplegg til samráðingarnar.
Hetta merkir bert, at tosað verður opið og erliga í samráðingunum, segði Jonatan Motzfeldt.










