Fara enn einaferð at lata eina sálarheilsuviðursløn

– Hevur tú eitt uppskot til hvør skal hava ársins sálarheilsuvirðisløn? spyr Sinnisbati

Sinnisbati fer fyri fimtu ferð at handa eina Sálarheilsuvirðisløn til ein einstakling ella bólk. Hetta er í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin, sum verður 10. oktober.

 

Almenningurin, einstaklingar og feløg fáa við hesum høvi at skjóta upp, hvør hevur hendan heiður uppibornan.

 

– Endamálið við eini slíkari Sálarheilsuvirðisløn er at heiðra ein ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt átak, tiltak ella annað, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsufremjandi, sigur Sinnisbati. 

 

Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava Sálarheilsuvirðislønina. Ein dómsnevnd ger síðani av, hvør skal hava heiðurin av at fáa Sálarheilsuvirðislønina, út frá innkomnu uppskotunum. 

 

Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á sinnisbati@sinnisbati.fo í seinasta lagi mánadagin tann 4. oktober á middegi.