Í kvøld og í morgin verður punktum sett fyri landskappingina í Betri deildini hesi megin summarsteðgin.
Fimtanda umfar er á skrá. Fýra dystir verða spældir í kvøld, og í annaðkvøld verður ein. Jóansøka er í Vági, og tí verður dysturin á spildurnýggja graslíkinum á Vágseiði. Suðringar fáa vitjan av toppliðnum HB.
Klokkan 18 verður grannauppgerð á Skála, har teir halda stevnu hetta vikuskiftið. Talan er um kommunuuppgerð, tí tað er NSÍ, sum fyrireikar seg at spæla á Skála íkvøld.
Á Argjum er eisini grannauppgerð klokkan 18. B36 er gestur uttanfyri ánna.
KÍ er á veg norður til Eiðis, har fyrsta bríksl í Hólmanum verður klokkan 19.00, og Víkingur er á veg vestur til Sørvágs, har fyrsta bríksl verður klokkan 18.30.
EB/Streymur – KÍ: Alex Troleis kl. 19.00
Skála – NSÍ: Petur Reinert kl. 18.00
07 Vestur – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 18.30
AB – B36: Bjarki Danielsen kl. 18.00
Í morgin
Suðringar – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.30 – í Vági
Støðam undan fimtanda umfari
HB | 14 | 12 | 1 | 1 | 27 | 9 | 37 |
KÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 26 | 12 | 32 |
NSÍ | 14 | 8 | 2 | 4 | 31 | 14 | 26 |
B36 | 14 | 8 | 1 | 5 | 28 | 19 | 25 |
Víkingur | 14 | 7 | 2 | 5 | 22 | 18 | 23 |
EB/Streymur | 14 | 4 | 5 | 5 | 17 | 17 | 17 |
Skála | 14 | 5 | 2 | 7 | 13 | 19 | 17 |
Suðringar | 14 | 3 | 2 | 9 | 11 | 23 | 11 |
AB | 14 | 2 | 2 | 10 | 7 | 28 | 8 |
07 Vestur | 14 | 1 | 1 | 12 | 13 | 38 | 4 |