Tað er nú greitt, at Pedagogfelagið hevur gjørt av av víðkað verkfallið, sum tey upprunaliga lýstu. Pedagogarnir hava lýst verkfall á øllum vøggustovum kring landið frá hósmorgunin til fríggjadagin, men nú tey siga, at tey einki hava frætt frá arbeiðsgevarunum, verður verkfallið víðkað.
Sostatt verður nú eisini verkfall á fleiri stovnum hjá Almannaverkinum. Í hesum føri verður verkfall á stovnunum í eind 9 frá fríggjamorgunin klokkan sjey til leygarmorgunin klokkan sjey. Eind 9 eru verkstøð og verkhús Tórshavn, Klaksvík og Runavík, tilsamans 10 stovnar.
– Vit mugu staðfesta, at arbeiðsgevararnir ongan vilja vísa, at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, men halda seg til at samráðast um smá tøl, í einum excel – rokniarki, sigur Pedagogfelagið
– Starvsfólkatrotið er ein avbjóðing, sum vit og myndugleikarnir eru felags um, og sum vit mugu loysa saman. Í eini roynd at finna eina semju, hava vit flutt okkum langt, meðan arbeiðsgevarin tvíheldur um smá prosentstig, ið ongan veruligan mun gera, leggja tey afturat.
Tey siga, at tá ið verkfallið nú verður víðkað, er tað í vónini um, at arbeiðsgevararnir koma aftur til veruligar samráðingar. Myndin er tilvildarligt.