Fara eisini at koppseta smá børn fyri influensu

Tað hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum tikið avgerð um

Korona hevur gingið í hálvtannað ár, men eitt úrslit, av, teimum tiltøkum, sum hava verið sett í verk, er, at vit eru sloppin púrasta undan influensu í hálvtannað ár.

 

Í samband við koronu, hava vit hava hildið frástøðu, vit hava gingið í masku, og at vit hava vaskað og spritta okkum um hendurnar og tað hevur eisini beint fyri øllum øðrum sjúkum.

 

Vansin við at vit hava verið vard fyri influensu í hálvtannað ár, er, at órinsverjan er viknað og tí vænta læknar, at influensan fer at raka serliga hart í vetur. Serliga stórur er vandin, skuldi tað viljað so illa til, at fólk fáa koronu og influensu ísenn, tí tað kann verða ein harður umgangur. Landslæknin hevur áður sagt, at so verða fólk ikki bara dupult so sjúk, men fýra ferðir so sjúk, sum annars.

 

Tí mæla tey eisini fólk at lata seg koppseta fyri influensu. Men fyri at avmarka smittuspjaðingina, hava myndugleikarnir í Danmark gjørt av, at eisini smá børn í aldrinum tvey til seks ár, skulu eisini koppsetast fyri influensu.

 

Landslæknin sigur, at verða tey koppsett fyri influensu, minkar vandin fyri smittu heili 50 prosent, tí tey rokast allastaðni á spæliplássum, í dagstovnum,  tey verða tikin upp og sum heild eru tey í stórum vanda fyri at bera smittuna heim við.

 

Og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at hann hevur gjørt av, at sama mannagongd skal brúkast í Føroyum. Tað merkir, at tá ið tað verður klárt at koppseta fyri influensu, kunnu foreldur eisini koppseta tey tvey til seks ára gomlu børnini.