Fara ein lættan gongutúr í Suðuroy

Leygardag tann skipa Kunningarstovurnar í Suðuroy fyri gongutúri av Hestinum oman í Kasparsholu og oman í Akraberg

Gongutúrur

Leygardagin skipar ferðavinnan í Suðuroy enn einaferð fyri gongutúri úti í teirri stórfingnu náttúruni.
Hesuferð er túrurin av Hestinum, oman í Kasparsholu og oman í Akraberg.
Túrurin byrjar við Hestin, gingið verður ikki eftiir varðagøtuni, men eftir fjallarøðini til hagapartin í Sumba sum eitur "Blæðing".
Her er sermerkt lendi við gróti, ið minnir um eina malastrond. Her eru fleiri holur, eitt nú Kjøtholan og Kasparshola. Vit fara fyrst inn í Kjøtholuna har tað sigst at Kaspar goymdi kjøtið. Á ferðini víðari oman í Akraberg er gott og sermerkt útsýni til Føroya syðstu klettar Munkin og Flesjarnar,so vónandi verður klárt í veðrinum.
Túrurin er lættur at ganga, tí tað er undanbrekka næstan allan vegin.Men tey vænta kortini, at túrurin tekur einar fýra tímar.
Staðkend heimildarfólk eru við á túrinum og tey fara uttan iva at fortelja søgnina um brøðurnar Kaspar og Sjúrð, sum fjaldu seg í Kasparsholuni.
Bussur koyrir av kunningarstovuni á Tvøroyri klokkan 10.00 og av kunningarstovuni í Vági klokkan
10.30 niðan á Hestin.
Tá ið túrurin er liðugur, koyrir bussur úr Akrabergi aftur til Vágs og Tvøroyri.

Tilmelding og prísur
Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er 100 krónur fyri vaksin men fyri børn er tað ókeypis.
Bindandi tilmelding til túrin skal gerast á kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342/ 284342 ella á kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480/ 284480 í seinasta lagi fríggjadagin 16.00.
Tað er altíð klókt at hava heit og góð klæði við, góðar skógvar ella styvlar og tað kann eisini vera hugnaligt at hava matpakka og ein drekkamunn við. Hevur tú kikara og eitt kort yvir økið har gingið verður við tær, gerst túrurin óiva meiri áhugaverdur.
Nú eru bara tveir gongutúrar eftiri í summar í Suðuroy.
Tann 11. september verður gingið úr Hvalba til Sandvíkar, og seinasti túrurin í ár er 18. september úr Øravík til Vágs.