Ætlanin er at fáa eina betri handilsavtalu við Stórabretland, nú væntast kann at okkurt hendir á Brexit leiðini.
Tað segði Jenis av Rana millum annað, tá hann var í FM1 á døgurða.
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, varð spurdur um útlitini fyri nýggjum handilsviðurskiftum millum Føroyar og Stórabretland, nú konservativi flokkurin var stórsigur á valinum í gjár. Boris Johnson, forsætismálaráðharri, hevur greitt frá, at valsigurin var eitt greitt mandat til at fáa Brexit avgreitt.
Sostatt latast eisini nýggir handilsmøguleikar upp millum Føroyar og Stórabretland.
Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Jenis av Rana, landsstýrsmann í uttanríkismálum.