Víkingur spælir í kvøld fyrra dystin í triðja undanumfari av Europa League, tá teir á Tórsvølli skulu spæla móti kroatiska liðnum, HNK Rijeka.
Víkinga liðskiparin, Atli Gregersen sigur, at uppgávan í kvøld verður truplari enn tær báðar undanfarnu, men at teir í Víkingi tó fara undir uppgávuna við góðum treysti.
- - Vit vita, at mótstøðuliðið í kvøld er sterkari enn tað hevur verið í teimum báðum undanfarnu dystunum. Men tá dysturin fer í gongd, er tað javnleikur og vit eru ellivu móti ellivu. Tí fara vit heilt avgjørt at spæla okkara møguleika.
Atli Gregersen leggur afturat at taktiska uppleggið til dystin, fer at minna um tað, ið teir hava spælt teir undanfarnu dystirnar í Europa League.
- - Tað kann vera, at vit fara upp eftir mótstøðuliðnum teir fyrstu 20 minuttirnar, men tað ræður fyrst og fremst um, at vit standa kompaktir á vøllinum og gagnnýta tær støður, ið vit fáa uppá umstillingar og deyðbóltar. Tær støðurnar eru týdningamiklar, um vit skulu hava eitt úrslit í kvøld.
Mótstøðuliðið hjá Víkingi, HNK Rijeka, endaði á øðrum plássi í kroatisku landskappingini farna kappingarár. Umframt tað, so spældi HNK Rijeka við í bólkaspælinum í Europa League farna kappingarár.
Dysturin hjá Víkingi í kvøld byrjar klokkan 19:00 og Víkingur hevur fyrr í dag boðað frá, at atgongumerkini til dystin kosta 100 krónur.










