Seinastu tíðina hava ymisk valevni í Havn bjóðað seg fram at gerast borgarstjóri eftir kommunuvalið í heyst.
Í næstum verður tað soleiðis, at samkynd fáa rættindi til at ganga saman í borgarligt hjúnaband og tað merkir ivaleyst, at komandi borgarstjórarnir skulu taka støðu til, um teir fara at víga tey samkyndu ella ikki.
Hyggja vit eftir nýggjasta borgarstjóravalevninum hjá Sambandsflokkinum í Havn, Kaj Leo Holm Johannesen, so er áhugavert at leggja til merkis, at hann atkvøddi ímóti at broyta hjúnabandslógina, tá ið hendan var fyri á tingið fyrr í ár, hóast flokkurin á tingið ikki var á einum málið um uppskotið og tí ikki stóð saman til atkvøðugreiðsluna.
Heðin Mortensen, borgarstjóravalevni hjá Javnaðarflokkinum í Havn mælti til, at uppskotið varð sent til fólkaatkvøðu og undir allar viðgerðini av rættindum hjá samkyndum var ivasamt, um Heðin Mortensen var fyri uppskotinum ella ikki. Hann var burturstaddur, tá ið uppskotið var til triðju viðgerð, og tí er ilt at siga, um Heðin Mortensen stuðlar samkyndum hjúnalagið - eins og restin av Javnaðarflokkinum gjørdi fyrr í ár - ella ikki.
Í Fólkaflokkinum var øll tingmanningin ímóti at broyta hjúnabandslógina og tí verður áhugavert at frætta, um so er, at Fólkaflokkurin fær borgarstjóran í Havn, hvørt nakað valevnini hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum kundi hugsað sær at vígt tey samkyndu.
Ein samlað tingmanning hjá Tjóðveldinum atkvøddi fyri broytingunum í hjúnabandslógini og somuleiðis stóð ein samlað tingmanningin hjá Framsókn aftanfyri uppskotið, so ivaleyst fer ein borgarstjóri úr hesum báðum flokkunum at víga tey samkyndu, tá ið lógin endaliga verður broytt í næstum.
Hvussu er og ikki, so er tað í øllum førum ein sannroynd, at komandi borgarstjórarnir fáa heimild til at víga tvey av sama kyni.