- Tað er ikki ein gongd leið at fiskirættindi verða seld á uppboðið.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Vinnan hevur vent sær harðliga ímóti ætlanina hjá samgonguni um at selja ein part av fiskirættindunum á uppboði. Og nú fer Arbeiðsgevarafelagið eisini upp í kórið.
- Ein avgjørd fortreyt fyri vinnuligum og samfelagsligum framburði, er, at karmarnir hjá vinnuni eru góðir og støðugir, sigur felagið.
- Hetta hevur nógv størri týdning enn fólk flest, og serliga politikarar, geva sær far um. Og hetta hevur so nógv størri týdning enn dugnaskapurin hjá einstøkum persónum, siga arbeiðsgevararnir.
Teir siga, at í kjakinum um at selja fiskirættindi á uppboði, verða tvey viðurskifti gloymd
- Tað fyrra er, at verandi skipan er í stóran mun eitt úrslit av, at tey mest dugnaligu hava keypt tey feløg, sum ikki fingu líka nógv burturúr. Kunnu fiskirættindi keypast og seljast, verða tað í høvuðsheitum tey dugnaligastu, sum keypa rættindini
Tað seinna, sum gloymt verður, er, hvussu tað ávirkar vinnuna at fara frá tryggum rættindum til ótryggari rættindi.
- Tað, sum serliga skapar vinnuligan framburð, er, at vinnan leggur langtíðarætlani og í teimum allarflestu fiskivinnutjóðunum verða fiskirættindi útlutað sum kvotur eftir søguligum rættindum.
- Tá ið rættindini eru ótrygg, fara fyritøkur at hugsa stuttskygt. Hugsað verður tá ikki um burðardygga veiðu, tí onkur annar kann fáa ágóðan av hesum. Hugsað verður ikki um at skapa sær ein langtíðar marknað, tí hetta tekur tíð at uppbyggja, og stórur vandi er fyri, at onkur annar fær ágóðan av tí, sigur Arbeiðsgevarafelagið.
- Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tí, at ein uppboðssøla neyvan er rætti háttur at útluta fiskiveiðurættindi, sigur felagið.