Fara av stevnu og á festival

1.DEILD: Toppdystur verður seinnapartin á Dungasandi í Sørvági

 

 

Tað er eystanstevna í Runavík, og tað er countryfestivalur í Sørvági. Næstbesta NSÍ liðið er topplið í næstbestu deildini, og 07 Vestur hevur – saman við Víkingi – trý stig færri enn NSÍ.

 

Seinnapartin fer NSÍ liðið vestur til Sørvágs. Ofta plaga fleiri av teimum, sum eru marginalspælarar á besta liðnum, at vera á næstbesta liðnum hjá NSÍ. Soleiðis verður tað neyvan ídag, tí besta NSÍ liðið skal spæla íkvøld.

 

Tá ið NSÍ í fyrsta umfari hevði vitjan av 07 Vestur, fóru gestirnir vestur aftur við 2-0 sigri.

 

Víkingur, sum í fyrsta umfari vann 3-2 á heimavølli ímóti EB/Streymi, verður í dag gestur í Hólmanum á Eiði.

 

Í fyrsta umfari vann KÍ 1-0 á heimavølli ímóti HB. Ta ferðina skoraði KÍ málið í síðsta minutti. Tíðliga seinnapartin í dag hittast liðini í Gundadali.

 

Í fyrsta umfari endaði tað 1-1, tá ið B36 var gestur á Svangaskarði. Seinnapartin verður B68 gestur í Gundadali.

 

Fyrsti dysturin í trettanda umfari var hóskvøldið, tá ið tað endaði 1-1 á Skála, har B71 vitjaði.

 

 

 

Ídag

EB/Streymur – Víkingur: Aron Sofus Vest kl. 16.30

 

HB – KÍ: Rani A. Skaalum kl. 16.00

 

B36 – B68: Johan Petur Michelsen kl. 14.00

 

07 Vestur – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00

 

Hóskvøldið

 

Skála – B71 1-1 (0-1)

 

0-1: Brynjar Óli Bjarnason 18.

 

1-1: Petur Pauli Mikkelsen 85.

Støðan

NSÍ12912281428
Víkingur12741281225
07 Vestur11740221025
11623302020
B6812345202513
B7111344202913
Skála13193182012
B3612336172612
HB1222816218
EB/Streymur1203918403