Leygardagin skipar Kunningarstovan í Klaksvík fyri gongutúri til Blankaskála á Kalsoynni.
Farið verður úr Klaksvík kl. 13.00. Siglt verður við Alpha Pilot til Syðradals, haðani gingið verður til Blankaskála. Gingið verður niðan á Katlarnar um Eggina og oman gjøgnum Botnin á Blankaskála.
Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri í Klaksvík, fer at greiða frá bygdini og hvussu fólk búleikaðust í bygdin fyri góðum 200 árum síðani.
Siglt verður av Blankaskála aftur til Klaksvíkar, har komið verður umleið kl. 19.00. Sjálvur gongutúrurin tekur millum tveir og tríggjar tímar.
Luttøkuprógv fæst á Kunningarstovuni í Klaksvík til leygardagin kl. 12.00 Kostnaður er 100 krónur fyri vaksin og 50 fyri børn.









