Fara at viðgera fíggjarlógina í dag

Tingfundur verður klokkan 10, har uppskotið hjá landsstýrinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025 veður til fyrstu viðgerð

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Tað var mánadagin, at Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram uppskotið hjá landsstýrinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2025 fram á tíðindafundi í Smæruni í Havn.

 

Beint áðrenn varð uppskotið lagt fyri tingið, soleiðis sum siður er 30. september. Tí tað skal leggjast fyri tingið fyri 1. oktober og samtykkjast fyri 1. januar komandi.

 

Fyrsta mál á skránni hjá Løgtinginum er tók 3. viðgerð av uppskotinum um ríkislógartilmæli at seta í gildi fyri føroyar »Lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m. v. (overdragelse af investeringsfonden til Færøerne). Hetta er lógin um Íleggingargrunnin, sum stjórnin og landsstýrið er samd um skal yvirtakast á føroyskar hendur.

 

Síðani verður tað 1. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini, sum helst verður sera drúgv.

 

Dagsskráin til tingfundin í dag klokkan 10 er hendan:

 

13. viðgerð LM-001/2024 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Overdragelse af investeringsfonden til Færøerne)
21. viðgerð LM-011/2024 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2025
3Framløga
 

Viðmerkingar

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.