Á tingfundinum, sum byrjar í dag klokkan 10, fara tingfólk undir viðgerðina av løgtingsfíggjarlógini fyri 2018.
Tvey mál eru á skránni til tingfundin í dag. Fyrra málið er um Fólkaskúlan. Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi – sum eisini er útbúgvin lærari – hevur spurt Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum – sum eins og Annita er útbúgving lærari, um hvussu vanligt er tað, at framhaldsdeildir ikki hava rúm fyri handaligum lærugreinum.
Men stóra málið á skránni – sum eisini verður á skránni í morgin, er málið um løgtingsfíggjarlógina fyri næsta ár.
Samgongan legði málið fram fríggjadagin, tá tað eisini kom fram, at Sjálvstýrisflokkurin verður partur av løgtingsfíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum. Tað merkir, at umframt tey 17 samgongufólkini, so verða teir báðir sjálvstýrismenninir, Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard, eisini grundarlagið hjá samgonguflokkunum fyri at fáa løgtingsfíggjarlógina samtykta.
Tað merkir so aftur, at leysu kanónirnar í Javnaðarflokkinum ikki hava so frítt spæl, sum tær annars høvdu havt.










