Leygarkvøldið verður tiltakið "Válan" í Vestmanna. Hetta er konsertkvøld við ymiskum tónleikarum á ymiskum støðum.
Hesa ferð spæla MC Restorff, Marianna Winter, Eyðun Nosøe, Marius Ziska og Vágaverk.
Pallarnir vera í kirkjuni, í Krambúðini, á Disvoy, á Staðnum og í Silkienni.
Hvør bólkur spælir tvær ferðir hálvan tíma, og konsertirnar vera forskotnar eitt sindur, so fólk kunnu vála millum konsertirnar.
Byrjað verður klokkan 20.