Fara at vísa HM-dyst á grótskíggja

- Vit hava fingið tvær fittar gentur at gera heitar toast, eins og tær eisini fara at bjóða kaffi, te og sunkist - alt ókeypis.

Føroya Grótvirki er meira enn gravsteinar og grótflísar.

 

Brøðurnir, sum eiga og reka virkið í Skopun, Heini og Høgni Tausen, eru eisini rættiliga kreativir og nýhugsandi á fleiri økjum. Umframt vanligu framleiðsluna av eitt nú gravsteinum, grótflísum, borðplátum og øðrum, hava teir eisini dugað væl at gjørt ymiskar brúks-og skreytlutir úr gróti. Við einum snøggum orði kunnu vit rópa hesar nisju-framleiðslur brúkslist.

 

- Jú, eg haldi, at vit eru rímiliga kreativir, og vit gera nógv fleiri ting og lutir, enn mong vita. Fleiri vita ivaleyst um veggjaklokkuna, vínfløskuhaldaran, tjógvhaldaran, lítlu flaggstongina og kanska aðrar lutir við. Men, møguleikarnir eru so nógv fleiri, og vit hava gjørt so nógv onnur ting og lutir.

 

Heini Tausen vísir á, at tað mesta kann gerast úr gróti, og soleiðis kann eisini ein perma til dagbók gerast úr føroyskum gróti og enntá við onkrum frámerki.

 

Men, á Føroya Grótvirki í Skopun hendir eisini ymiskt, sum fólk slett ikki høvdu roknað við. Her hava Summartónar havt konsert, og einar tvær konsertir verða aftrat. Á tiltakinum verða vaflur bakaðar, og fólk fáa vaflur og kaffi ókeypis.

 

Tað nýggjasta er, at tey seinnapartin í morgin - leygardagin klokkan 15 - fara at vísa HM-fótbóltsdyst á grótskíggja, sum Heini Tausen rópar tað. Hetta er dysturin millum Frakland og Argentina, og eisini hava eigararnir av grótvirkinum fingið tvær fittar gentur at gera heitar toast, eins og tær eisini fara at bjóða kaffi, te og sunkist - alt ókeypis.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi møta fólk upp fjølment, siga teir báðir, Heini og Høgni Tausen, sum fara at taka avgerð í morgin um, hvørt grótstórskíggin fer at standa úti ella inni - alt eftir, hvussu veðrið háttar sær hesa løtu. Bæði úti og inni er gott pláss, so ongum nýtist at halda sær aftur.

 

Nú nakrir HM-dystir longu eru vístir við uppihaldstrappuna í Vágsbotni, kunnu vit á In.fo upplýsa, at tað eisini er Føroya Grótvirki í Skopun, sum hevur gjørt hesa hugnaligu trappu, og tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at hetta meistaraverk eisini er "flaggskipið" hjá brøðrunum, Heina og Høgna Tausen.