Klaksvíkar Kommuna hevur trupulleikar við hølisviðurskiftunum, eftir at soppur varð staðfestur í skúlanum á Ziskatrøð. Síðani hava bæði nevndir og býráð hjá kommununi tikið avgerð um, at norðari endi á KÍ-høllini skal brúkast til skúlaflokkar.
Men norðari endi er í ringum standi, og tí er neyðugt at gera umvælingar. Arbeiðið bleiv boðið út, men tilboðini vóru oman fyri kostnaðarmetingina, og tí vóru samráðingar við tilboðsgevara um tillagingar, sum kundu gera, at man helt seg innan fyri kostnaðarmetingina.
Kostnaðarmetingin var fýra milliónir krónur, og nú man hevur útsett ætlanirnar um at skifta takið her og nú, er kostnaðurin komin niður á 3,5 milliónir krónur. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, hevur gjørt av, at arbeiðið skuldi setast í gongd beinanvegin, so at man kann halda tíðarætlanina, men í kvøld skal býráðið so endaliga góðkenna arbeiðið.