Visit Faroe Islands skal umskipast soleiðis, at felagið nú eisini skal hava uppgávuna at menna ferðavinnuna í Føroyum.
Hesum boðaði løgmaður frá í ólavsøkurøðuni. Hann greiddi eisini frá, at ein menningardeild verður sett á stovn á Visit Faroe Islands, og endamál felagsins verður frameftir tvíbýtt.
Eisini skulu galdandi stuðulsskipanir í ferðavinnuni endurskoðast, segði løgmaður.
Lógin um P/F Visit Faroe Islands skal broytast soleiðis, at hon samsvarar við tann bygnað, sum ætlanin er at seta á stovn.
Tað var í 2014, at landsstýrismanninum varð heimilað at stovna partafelagið Visit Faroe Islands, su áður var rikið sum alemnnur stovnur.
Høvuðsvirksemið hjá Visit Faroe Islands hevur higartil verið at marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland til tess at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu
Guðrið Højgaard er stjóri í P/F Visit Faroe Islands.
Í nevndini sita:
Johannes Jensen, formaður
Jóhanna á Bergi
Jóhan Pauli Helgason
Fríði Bjørgfinnson Nielsen
Bjørgfríð Ludvig
Sif Gunnarsdóttir
Oddbjørg Højgaard
Rúni V. Poulsen
P/F Visit Faroe Islands hevði í fjør eitt ársúrslit upp á 613.000 krónur.