Nú korona er farið at gera um seg, meiri enn nakrantíð, vórðu gudstænastur avlýstar og annað kirkjuligt virksemi, varð eisini avmarkað. Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, halda, at fólkakirkjan eigur at gera alt, ið hon kann, fyri at tálma smittuspjaðingini. Tí mæla teir frá at hava gudstænastur nú sunnudagin 21. november, men ætlanin er at kama við einum nýggjum tilmæli næsta fríggjadag.
Í hesum sambandi vísa teir báðir á, at nýggju tilmælini hjá landsstýrinum um koronu-pass, er ein trupulleiki fyri Fólkakirkjuna, tí tað samsvarar ikki við hugsanina um frælsa atgongd inn í kirkjuna.
– Tað liggur djúpt í siðvenjuni hjá kirkjuni, at øll, uttan undantak, kunnu trína inn um kirkjunnar dyr, siga biskupur og dómpróstur. Í kirkjuni er høgt til loftið og vítt til veggja og kirkjugáttin skal vera lá, so øll kunnu koma inn í kirkjuna, bæði fysiskt, moralskt og etiskt. At hava eftirlit við kirkjudyrnar er ikki siðvenja í kirkjuni, siga teir báðir.
Tí fara teir at brúka hesa næstu vikuna til at umrøða støðuna saman við teimum, sum annars vara av kirkjuni og næsta fríggjadagin kemur so eitt nýtt kirkjuligt tilmæli um, hvussu farast skal fram.