Nú skulu vit undir skipaðar fuglateljingar í Føroyum, har fuglurin skal teljast við jøvnum millumbili. Tað er Vinnunevndin hjá Løgtinginum samd um. Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm, tinglimir fyri Javnaðarflokkin, hava lagt málið fyri Løgtingið og síðani hevur viðgerðin víst, at tað er full semja um tað.
Vinnunevndin hjá Løgtinginum mælir nevniliga Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Hon sigur, at tað er neyðugt at hava skipaðar fuglateljingar fyri at hava eftirlit við fuglastovnum á sjógvi og landi.
Vit vita, at fleiri fuglastovnar, bæði heiðafuglur, men ikki minst lundi og lomvigi, hevur verið fyri stórari afturgongd. Og hóast nakað av skipaðum teljingum eru, serliga av sjófugli, er alt økið, sum eitur fuglateljingar og eftirlit, sera spjatt, og orkan til skipaðar teljingar alt ov avmarkað, sigur Vinnunevndin.
Av sjófugli eru lomvigin, ritan, nátin, lundin, súlan og ternan, tald við millumbilun í nógv ár. Umframt at meta um stovnin, hava teljingarnar stóran týdning fyri at kunna meta um, hvat gongur fyri seg í sjónum, tí sjófuglurin gevur góðar ábendingar gongdina í vistskipanum í sjónum.
Vinnunevndin sigur, at tað er greitt, at hóast samstarvið ímillum Havstovuna og Tjóðsavnið er gott, er neyðugt at miðsavna tað fakøkið, ið eitur fuglateljingar, men eisini skráseting og gransking av náttúrumargfeldinum sum heild.
Í dag er árbyrgdin á fleiri hondum og ikki minst liggja ypplýsingarnar sera spjaddar, og tí fæst ikki so góð nytta burtur úr tí arbeiðið, sum er gjørt á økinum.
Nevndin heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit, sum liva av, og við, náttúruni, hava vælvirkandi amboð at kunna okkum um støðuna við tí fyri eyga at verja fuglin. Fuglateljingar eru eitt týðandi amboð í hesum sambandi, sigur Vinnunevndin.
Tí mælir Vinnunevndin landsstýrisfólkunum í mentamálum, vinnumálum og fiskivinnumálum, sum í dag umsita ymiskar viðkomandi partar á økinum, til at savnað, og samskipað, teljingar og eftirlit - bæði við fuglastovnunum. Og av náttúrumargfeldisøkinum sum heild.
Skal tilfarið, sum verður framleitt, kunna brúkast, mugu teljingarnar gerast eftir skipaðum mannagongdum, so kanningarnar tey ymsu árini kunnu samanberast. Nevndin sigur, at í Føroyum eru førleikarnir til staðar, og við betri samskipan ber til at fáa munandi meira burtur úr arbeiðinum, sum gjørt verður í dag, sigur Vinnunevndin.











